Fótbóltur

Sannleikans tími hjá fleiri liðum

Seinasta umfar í Premier League er á skránni seinnapartin. United, Leicester og Chelsea stríðast um tvey Champions League pláss, Bournemouth, Watford og Aston Villa stríðast um 18. plássið - Europa League-plássini eru heldur ikki komin upp á pláss.

Harry Maguire og United hava tørv á einum stigi móti Vardy og co. Leicester skal allarhelst hava ein sigur fyri at fáa eitt Champions League-pláss

Harry Maguire og United hava tørv á einum stigi móti Vardy og co. Leicester skal allarhelst hava ein sigur fyri at fáa eitt Champions League-pláss

2020-07-26 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappinginarárið 2019/2020 skuldi upprunaliga vera av fyri meira enn tveimum mánaðum síðani, men ein koronastegður á yvir tveir mánaðir gjørdi, at Premier League-fótbóltur hevur verið allan juli mánaða. Nú seinasta umfar er undir tveir tímar burturi, er framvegis stórur spenningur um, hvør sleppur undan niðurflytingarplássinum, um tvey Champions League pláss og um Europa League-pláss

38. umfar
Arsenal - Watford
Burnley - Brighton
Chelsea - Wolves
Crystal Palace - Tottenham
Everton - Bournemouth
Leicester - Manchester United
Manchester City - Norwich
Newcastle - Liverpool 
Southampton - Sheffield United
West Ham - Aston Villa

Allir dystirnir byrja klokkan 16.00

Støðan:
 
1. Liverpool 96
2. Manchester City 78

3. Manchester United 63 (64-36)
4. Chelsea 63 (67-54)
5. Leicester 62 (67-39)

6. Wolves 59 (51-38)
7. Tottenham 58 (60-46)

8. Sheffield United 54
9. Burnley 54
10. Arsenal 53
11. Everton 49
12. Southampton 49
13. Newcaslte 44
14. Crystal Palace 42
15. West Ham 38
16. Brighton 38

17. Aston Villa 34 (40-66)
---------------------------------
18. Watford 34 (34-61)
19. Bournemouth 31 (37-64)

20. Norwich 21

(Málúrttøkan hjá liðunum ið veruliga hava nakað at spæla fyri)

Champions League:
Leicester og Manchester United hittast í einum beinleiðis tvídysti um annað av teimum Champions League-plássunum. Um ein vinnari verðu funnin í dystinum fær hann eitt pláss í heimsns størstu kapping fyri lið. Endar tað við javnleiki, endar United nummar trý ella fýra. Javnleikur kann eisini verða nóg mikið hjá Leicester  - tað er um Chelsea tapir fyri Wolves. Hjá liðnum hjá Frank Lampard er tað eisini einfalt á tann hátt, at ein sigur ella ein javnleikur gevur pláss í Champions League. Ein ósigur kostar ikki, um Leicester samstundis tapir fyri United. Øll hesi trý liðini hava blakað nógv stig burtur í seinastuni, og sera nógv er upp á spæl í dag.

Europa League: 
Liðið sum endar nummar fimm fær Europa League-pláss. Tað ger nummar seks eisini, og um Wolves vinnur á Stamford Bridge, so fáa úlvarnir tað plássið. Annars skal Tottenham verða til reiðar, og ein sigur ella ein javnleikur til mennirnar hjá Mourinho kann verða nóg mikið, um Chelsea rættir eina hjálpandi hond.

Niðurflyting: 
Bournemouth skal vinna og skal fáa hjálp frá West Ham og Arsneal. Tað kann gerast sera tætt millum Villa og Watford - Villa hevur betri kortini á hondini, men tað er so at siga javnt, hvat málúrttøku viðvíkjur.

Meistararnir Liverpool fingu steypið handað mikukvøldið. Í dag kann liðið hjá Klopp, við sigri í Newcastle, taka stigametið hjá felagnum, ið varð sett í fjør (97 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder