Annað

Sarah Mahfoud ongan kjans

Amanda Serrano úr Puerto Rico var ov sterk mótstøða hjá hálva vestmenninginum, sum tapti sín fyrsta boksidyst.

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2022-09-24 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Har var einki at gera hjá Sarah Mahfoud í stórdystinum í Manchester í kvøld.

Hálvi vestmenningurin við JFK og Gadus á bringuni boksaði móti heimsstjørnuni úr Puertro Rico, Amanda Serrano. Hetta var størsti dysturin, sum 32 ára gamla Sarah Mahfoud hevur boksað, og hetta gjørdist eisini fyrsta tapið hjá henni.

Ammanda Serrano hevði meira styrki og meira ferð enn Mahfoud, og tað gjørdist skjótt greitt, at fór Sarah at vinna var tað tilvild sum ráddi. 

Við sigrinum hevur 33 ára gamla Amanda Serrano fýra HM-beltir í fjøðurvekt.

Sarah Mahfoud hevði áðrenn boksidystin í kvøld vunnið allar sínar 11 yrkisdystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder