
Ungi landsliðsmálverjin er við at finna støðufesti í fremstu sveisisku hondbóltsdeildini. Í nøkrum dystum spælir sviin Andreas Myhr Björkman væl meira enn Aleksandar Lacok, men føroyingurin við serbiskum rótum er farin at vísa seg fram í sveisiskum hondbólti.
Tað gjørdi "Sasha", sum hann verður nevndur, so sanniliga í ársins áttanda dysti hjá St. Gallen, sum var í gjárkvøldið. Sasha og St. Gallen vitjaðu botnliðið Handball Stäfa og vunnu greiðan sigur - serliga takkað verið føroyska málverjanum.
Tí Aleksandar Lacok bjargaði 52 prosent av skotunum, sum komu á málið. Og 21-ára gámli málverjin stóð allan dystin.
Nummar 22 hevur heili 22 bjargingar, og og St. Gallen vann 32-23 (tvey av málunum hjá Stäfa fóru í tómt mál)
Sjálvur skoraði Sasha tvær ferðir í tómt mál í dystinum.
Flottu bjargingarhagtølini hjá føroyska landsliðsmálverjanum í gjár (Spiele - Handball Schweiz)
Avrikini hjá Sasha í serliga meginumfarinum og "knock-out dystunum" vóru týðandi fyri, at Føroyar vunnu HM-bronsu í juni (Mynd: IHF/Kolektiff)
Eitt framúr avrik hjá føroyska landsliðsmálverjanum, sum eisini stóð frálíka væl í fleiri av dystunum í flotta U21 HM í summar. Sasha hevði eisini týðandi bjargingar í løtum fyri A-landsliðið í EM-undankappingini, og skal hann til Golden League skjótt og eftir øllum at døma til sítt fyrsta vaksnamannaendaspæl í vetur.
Við sigrinum í gjár, kom TSV Otmar St. Gallen upp á 4. plássi +i NLA. Liðið hjá Sasha Lacok hevur 10 stig fyri átta dystir í fremst røðu í Sveis, og var sigurin í gjár tann triði á rað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald