Hondbóltur

Sasha til svenskan hondbólt

20-ára gamli málverjin skal eftir summarferiuna spæla við Lugi, sum júst er flutt niður úr bestu deildini í Svøriki.

Aleksandar

Aleksandar "Sasha Lacok skiftir úr Neistanum til svenska Lugi. Hann hevur staðið væl á millum annað ungdómslandsliðum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-05-05 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aleksandar Lacok - vansliga nevndur Sasha - hevur seinastu árini gjørt vart við seg í Neistanum og á ungdómslandsliðunum. Sasha hevur eisini umboðað VÍF sum yngri. Nú tekur hann fetið til Svøríkis.

Lugi Handboll boðar í kvøld frá, at man hevur tryggjað sær ein spennandi spælara frá góða honddbóltsumhvørvinum í Føroyum. 

Aleksandar Lacok verður lýstur sum ein málverji við nógvum royndum fyri sín unga aldur, og ein sum er seriøsiur og væl fyri tekniskt og kropsliga. Í føroyinginum, sum eisini hevur serbiskar røtur, væntar felagið sum kann verða partur av besta málverjuparið í Allsvenskan. Hetta saman við Oskari Arnell.

Allsvenskan er næstbesta svenska mansdeildin. Lugi endaði aftast í bestu deildin hetta kappingarárið. Stolta felagið úr Lund í Skåne vil helst flyta beint uppaftur.

- Eg eri ógvuliga glaður fyri at hava skrivað undir við Lugi. Eg havi hoyrt nógv góð ting um felagið, og hvussu tað arbeiðir við ungum spælarum. Eg gleði meg at menna meg víðari har, sigur Sasha við heimasíðu felagsins.

Aleksandar Lacok skal í summar við føroyska U20-landsliðnum til EM. Síðani byrjar tilveran í Svøríki hjá unga spennandi málverjanum.

.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder