Søgur hava gingið um samráðingar í eina tíð, bolt.fo skrivaði um tað tíðliga í mánaðinum, og fríggjadagin kundi Portalurin staðfesta, at HB og Mikkjal Thomassen bert vóru smálutir frá hvørjum øðrum.
Nú er greitt, at ein avtala er komin undir land.
Hetta hava við fingið váttað í kvøld, og Havnar Bóltfelag hevur eisini gjørt ein "teasara", á Facebook-síðu sínari: Klokkan 22 koma stórtíðindi.
![]()
Tey trý rennitekinini...hvønn munnu tey sipa til? (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Mikkjal Thomassen verður almannakunngjørdur sum nýggjur HB-høvuðsvenjari.
Sum skilst hava 50-ára gamli venjarin og HB gjørt ein rímiliga langan sáttmála. Sambært okkara upplýsingum er tað talan um trý ár.
Alt bendir á, at í øllum førum Lukasz Cieslewicz verður hjálparvenjari og Elisabet Vang kropsligur venjari. Hesum báðum hevur Mikkjal Thomassen áður arbeitt við.
HB er í løtuni nummar trý í Meistaradeildini og liggur harvið til evropeiskt pláss næsta ár.
Mikkjal Kjartansson Thomassen var í nøkur ár venjari hjá B36, har hann vann FM í 2011. Í átta ár stóð navnframi venjarin við róðrið í KÍ, har talan varð um trý FM og eitt steypagull. Síðani 2022 hevur Mikkjal Thomassen bæði staðið á odda í norska Fredrikstad og svenska AIK Stokkhólm.
Sum ungur spælari var Mikkjal í júst HB. Næsta projektið man vera at leiða HB upp á tindin í føroyskum fótbólti aftur.
Dagført: 21.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald