Fótbóltur

Schindler heldur fram í HB

Týski hjálparvenjarin hevur longt sáttmálan við HB, og harvið verður fulltíðar venjaratoymið óbroytt í 2021.

Kevin Schindler trívist væl í Havn og í HB og fegnast um møguleikana t arbeiða við hópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kevin Schindler trívist væl í Havn og í HB og fegnast um møguleikana t arbeiða við hópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-16 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur setti HB Jens Berthel Askou sum høvuðsvenjara og Sebastian Dam sum fysisikan venjara. Danirnir hava eisini sáttmála fyri komandi ár, og greitt er nú, at Kevin Schindler eisini verður verandi í 2021. 

Heimasíðan hjá HB skrivar, at við einum leikara CV sum inniheldur bæði týsku Bundesliguna og týska U21 landsliðið, kann tað undra at vegurin hevur ført til Føroyar og Betrideildina. Men sjálvur sigur Kevin, at hetta er eitt spennandi projekt at vera partur av:

– Fyri meg var tað týdningarmikið, at arbeiða við leikarum sum vilja læra. Og eg vil geva mítt íkast til venjaratoymið og vera við í menningini. Bæði av leikarum og av liðnum sum heild. Hetta er stuttligt at vera ein partur av, og hesir leikararnir arbeiða hart. Hetta vigaði sjálvsagt nógv í mínari avgerð um at taka eitt ár afturat. Harumframt trívist eg væl í Havn og í HB. Øll eru sera hjálpsom, og tað er nakað sum eg seti stóran prís uppá.

Hetta sigur 32-ára gamli hjálparvenjarin við heimasíðu felagsins. Árið hevur eydnast sera væl hjá HB, ið er nummar tvey og hevur 46 stig fyri 18 dystir - eitt stig aftanfyri KÍ sum tó hevur leikt ein dyst fleiri. HB hevur bert tapt í Klaksvík (leygardagin) og í Runavík (í 9. umfari) í ár. Fyrrverandi yrkisleikarin hevur spælt í fýra dystum hjá HB í ár.

Høvuðsvenjarin fegnast um, at hjálparvenjarin heldur fram, og sigur at hann og Kevin Schindler hava eitt fantastiskt samstarv, og eru samdir um hvussu vit vilja menna liðið og felagið. Berthel sigur við heimasíðuna hjá HB, at Kevin hevur ment seg sum venjara hetta seinasta árið, og tað sást í hansara arbeiðslagi, at har liggur ein fortíð sum leikari aftanfyri hann.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder