Danski málverjin, Kasper Schmeichel var í øðini, tá føroyingar skoraðu í Parkini fríggjakvøldið, eftir at Danmark annars hevði klárað at hildið málið reint í átta teimum fyrstu dystunum í hesari HM-undankappingini.
Tað gekk tó ikki lang tíð, so fegnaðist hann bert um, at danska liðið hevði vunnið enn ein dyst. Tað segði hann á tíðindafundi í Glasgow í gjár, har danir í kvøld hitta skotska landsliðið í seinasta dystinum í undankappingini.
– Eftir dystin gekk líka ein minuttur, so var fokus á, at vit høvdu vunnið. Tað var ikki nakað, sum sat í mær leingi. Tað hvarv skjótt, segði hann um føroyska málið, sambært Ritzau.
Men hann ásannaði kortini, at tað var keðiligt, at hann lat eitt mál inn.
– Tað er jú okkara uppgáva ikki at lata mál inn. Tað tað ikki heilt riggar, so er tað sjálvandi keðiligt, sigur Schmeichel.
– Clean sheet er ikki tað, sum er mest umráðandi, men tað er gott at fáa. Men sigurin hevði størri týdning.
Les eisini: - Eitt mál latið inn kann javnsetast við eitt tap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald