2026-01-07 12:55
Hondbóltssamband Føroya hevur sett Scott Harrington sum nýggjan venjara hjá føroyska U20-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Mark Lausen-Marcher, sum ístaðin hevur tikið um róðrið hjá gentulandsliðnum, føddar í 2010-11.
Scott Harrington tekur við saman við Kristinn Guðmundsson, verandi U20-venjara. Scott er í løtuni venjari hjá mansliðnum hjá Neistanum, og hevur hann eisini vant onnur ungdómslandslið og verið A-landsliðsvenjari hjá føroyskum kvinnunum eitt skifti.
Føroysku U20-menninir verða við í EM-endaspælinum, sum verður í Rumenia 8. til 19. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald