Viking Stavanger boðar fyrrapartin frá, at leitanin eftir høvuðsvenjara er av. Tað verður ein gamal kenningur í føroyskum hondbólti, ið skal avloysa Joar Gjerde
Ungi bretin Scott Harrington var í tvey ár (2015-2017) høvuðsungdómsvenjari hjá Neistanum. Ein part av tíðarskeiðinum var hann venjari hjá besta mansliðnum, og hann var í eisini í starvi hjá Hondbóltssambandinum sum mennari og sum høvuðsvenjari hjá kvinnum eitt skifti.
Í oktober fór Scott Harrington til Kina at starvast sum hjálparvenjari hjá kvinnuladsliðnum har. Seinastu tvey árini hevur bretin, ið tosar flótandi dankst, starvast í Noreg.
Nú skal hann lyfta uppgávuna í Stavanger. Liðið er júst flutt í bestu deildini, men hevur orsakað av koronastøðuni verið í tungum skóm fíggjarliga. Felagið skrivar, at hópurin hevur tikið væl ímóti setanini, og at fleiri hava nú valt at longt sín sáttmála.
Helgi Hildarson Hoydal, her í dysti fyri landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Ein av teimum sum fegnast er liðformaðrin Helgi Hildarson Hoydal, ið sigur soleiðis við heimasíðuna hjá felagnum:
- Scott er en íðin venjari, sum eg havi hoyrt nógv gott um. Eg havi kent Scott í nøkur ár, har hann millum annað var landsliðsvenjari í Føroyum, og mær hevur altíð dámt typuna, ið hann er. Hann er ein "no-nonsense" maður og er ein reikandi hondbólts-læribók. Eg havi stóra eina tiltrúgv uppá, at Scott kann menna liðið víðari
Helgi og Kjartan Johansen vóru lyklaleikarar í uppflytingini farna kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald