Skála vann seg uppum strikuna við 1-0 sigri á B68 í lykladysti beint fyri summarsteðgin.
Í sigrinum leygardagin kom ein spildurnýggjur Skála-spælari á vøllin á fyrsta sinni, eftir at hann var avdúkaður beint áðrenn dystin.
Talan er um Sebastian Slettegaard. Skála ÍF hevur tryggjað sær tann 20 ára gamla verjuleikaran fyri restina av árinum.
Hann skiftir úr FC Helsingør, har Slettegaard er skrásettur fyri 41 dystir á besta liðnum.
Felagið hevur verið hilt uppi í Superliguni, men flutti fyri stuttum niður í fjórðbestu deildina. Slettegaard hevur tó, sambært Skála ÍF verið ein sjónligur profilur í einum tíðarskeiði, sum var merkt av skiftandi venjarum og eigaraviðurskiftum. Sebastian Slettegaard sigur eisini við síðuna hjá Skála, at sambandi við Simon Jørgensen hevur havt okkurt at siga í hesum førinum.
- Eg havi hoyrt nógv gott um føroyskan fótbólt og havi havt nakrar góðar samrøður við bæði formannin, høvuðsvenjaran og ikki minst Simon Jørgensen. Við royndunum sum eg havi við mær úr FC Helsingør, kann eg vera við til at lyfta støðið í hópinum enn hægri. Sebastian vísir samstundis á sambandi við Simon Jørgensen sum eina orsøk til skiftið. Sebastian og Simon hava sama umboðsmann, og Sebastian hevur í eina tíð fylgt menningini hjá Simon. Tí er mín áhugi fyri føroyskum fótbólti – og Skála serliga – bara vaksin við tíðini, sigur Sebastian.
Sí eisini: Fleiri vilja hava fatur á toppskjúttanum í Meistaradeildini
Sebastian Slettegaard verður lýstur sum ein spælari, ið kann røkja allar verjupostarnar. Harumframt er hann ein støðug hóttan í deyðbóltsstøðum og ein spælari, sum setur stór krøv til seg sjálvan og sínar liðfelagar.
Hann kann verða eitt slag av avloysra fyri Jákup Jakobsen, ið sum skilst í øllum førum ikki spælir teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin. Skála-liðformaðurin hevur verið sera týðandi aftur í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald