Oyggjaleikir 2019

Seigar føroyskar kvinnur á súkklu

Maria Svabo Hansen og Elsa Berg stríddust kvinnuliga í krevjandi býarkoyringini í kvøld.

Maria Svabo Hansen setur ferðina

Maria Svabo Hansen setur ferðina

2019-07-07 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrstu súkklukappingarnar á oyggjaleikunum eru í kvøld.

Hetta er sokallaða býarkoyringin – Town Criterium – sum er eitt slag av súkklukoyring, sum krevur góðan teknikk á súkkluni og eisini taktisk snúni.

Spenningur er undan kappingini hjá harrunum, tí teir hava ætlanir um at fáa okkurt metall burturúr.

Kvinnurnar eru júst lidnar, og tær báðar føroysku, sum vóru við Elsa Berg og Maria Svabo Hansen kláraðu seg væl.

Súkklað verður á einum 2,6 kilometra longum rundstrekki mitt í býnum, og reglarnar eru so, at teir súkklararnir, sum verða heintaðir av teimum fremstu við einum umfari, verða tiknir burturúr.

Elsa og Maria, sum ikki eru so royndar í slíkum kappingum, væntaðu ikki, at tær fóru at klára seg móti teimum sera sterku bretsku súkklarunum.

Men Maria varð ikki heintað fyrr enn fimm umfør fyri mál og Maria varð ongantíð heintað, men var kortini nakað aftan fyri hópin, sum spurtaði um sigurin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder