Fótbóltur

Seinasta farvæl til stóra fótbóltsstjørnu

Upp móti 30.000 fólk hava gingið fram við kistuni við Pelé, sum í 24 tímar hevur staðið á leikvøllinum hjá fótbóltsfelagnum Santos FC.

Gianni Infantino, Fifa-forseti, við kistuna hjá Pelé (Mynd: EPA)

Gianni Infantino, Fifa-forseti, við kistuna hjá Pelé (Mynd: EPA)

2023-01-03 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Upp móti 30.000 fólk høvdu í gjárkvøldið verið fram við kistuni hjá Pelé fyri at siga gomlu fótbóltsstjørnuni, sum doyði 29. desember 82 ára gamal, farvæl.

Tað skrivar brasilski miðilin G1, sambært Ritzau.

Í 24 tímar kundu fjepparar siga Pelé teirra seinasta farvæl. Hetta hendi á heimavøllinum hjá felagnum Santos Futebol Clube, har kistan við Pelé stóð mitt á vøllinum. Pelé spældi stóran part av síni aktiva fótbóltslívi við Santos.

Uttan fyri leikvøllin var bíðirøðin eitt skiftið mánakvøldið meira enn ein kilometur long.

Fyrrapartin í dag, lokala tíð, verður kistan flutt av leikvøllinum. Áðrenn tað, verður roknað við, at landsins nýinsetti forseti, Luiz Inácio Lula da Silva, kemur framvið. Lula da Silva varð tikin í eið sum forseti sunnudagin.

Eftir minnishátíðina á leikvøllinum er ætlanin, at kistan við Pelé skal berast gjøgnum gøturnar í býnum, áðrenn hon verður grivin á kirkjugarðinum Cemitério Memorial Necrópole Ecumênica.

Pelé, hvørs rætta navn var Edson Arandes do Nascimento, verður av nógvum mettur sum besti fótbóltsspælari nakrantíð.

Áleyparin var stóra stjørnan, tá Brasil vann HM tríggjar ferðir innan 12 ár í árumum frá 1958 til 1970.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder