Kappróður

Seinasta stevna undan ólavsøku

Róð verður á Sundalagsstevnu seinnapartin. Ormurin Langi kann tryggja sær FM hjá tíggjumannaførum.

Fagnaður á Havnarbáturin í Miðvági fyri viku síðan. Í dag kann alt blíva avgjørt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fagnaður á Havnarbáturin í Miðvági fyri viku síðan. Í dag kann alt blíva avgjørt (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-18 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er spenningur í fleiri bátastøddum, tá seinasti FM-róður undan ólavsøku verður rógvin á Sundalagsstevnu í Hósvík seinnapartin.

Í kappróðrarsendingini "Ár og bekk" á FM1 var hesa vikuna tikið samanum í øllum bátastøddum. Sendingin hoyrist her.

Í tíggjumannaførum hevur verið spenningur so at siga í alt ár.

Á vestanstevnu fór Havnarbáturin avstað við sigrinum, men Ormurin Langi hevur eitt stig meira í FM-stríðnum enn hvíti báturin við drekastevninum, so alt kann blíva avgjørt í dag.

Tí vinnur Ormurin Langi í dag, so er blái báturin úr Knørrafelagnum Føroyameistari. Hinvegin vinnur Havnarbáturin og Ormurin Langi endar á øðrum plássi, er púra javnt millum báðar bátarnar úr Havn.

[object Object](Skíggjamynd: Rsfurslit.fo)

Í kappróðrarsendingini Ár og bekk á FM1 hesa vikuna, vísti kappróðrarserfrøðingur Sonni Oddbjørn Johnsson á, at Havnarbáturin hevði nøkur ting at arbeiða við.

- Vit hava sæð næstan hvørja stevnu, at Havnarbáturin hevur betri start, og Ormurin Langi hevur betri endabekk. Miðróðurin svingar eitt sindur, men Ormurin Langi er oftari omaná.

- Um Havnarbáturin fær fínpussað bekkskiftið og síðstu 200 metrarnar, so vinna teir báðar stevnurnar, sum eru eftir. Um ikki, so tapa teir, segði Sonni Oddbjørn Johnsson.

Jan Herman Hansen trýr nú aftur uppá, at Klaksvíkingur, sum hevur verið langt aftast seinastu stevnurnar, kann fara at órógva fremstu bátarnar nakað.

- Eg hevði avskrivað Klaksvíking, men eg haldi teir kunnu skrivast uppá listan aftur. Um Klaksvíkingur klárar at betra um miðróðurin er púra opið, segði Jan Herman Hansen, viðvertur í kappróðrarsendingini.

Hoyr alla "Ár og bekk" her

FM-róðurin byrjar klokkan 15:50 meðan barnaróðurin byrjar klokkan 13:30.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder