Í kvøld verður hol sett á 23. umfar í Betri deildini hjá monnum og seinasta umfar undan landsliðssteðginum. Og um úrslitini fella rætt, kann KÍ tryggja sær FM-heitið í morgin uttan at spæla dyst.
B68 er á vitjan hjá KÍ klokkan 19, og eingin ivi er um, at oddaliðið er favorittur móti toftamonnum sum eru á niðurflytingarkós. Vinnur KÍ hendan dystin, er steypið næstan í hús. Tí so krevst bara, at Víkingur á øðrum plássið missa stig móti HB á Torsvølli leygarkvøldið.
Ivaleyst verður KÍ meistari í ár, og tað er bara spurningurin um nær. Verður tað ikki í annaðkvøld verður tað helst aftaná landsliðssteðgin 1. oktober.
Dystirnir í 23. umfari
KÍ - B68 (Frí 16. september, kl. 19)
B36 - Skála (Frí 16. september, kl. 19)
EB/Streymur - AB (Ley 17. september, kl. 15)
NSÍ - 07 Vestur (Ley 17. september, kl. 16)
HB - Víkingur (Ley 17. september, kl. 19:45)
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ 62 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
8. NSÍ 20 stig
7. AB 20 stig
9. B68 18 stig
10. Skála 9 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald