Fótbóltur

Seinasta umfar undan landsliðssteðginum verður spælt fríggjadagin og leygardagin

Lagt verður fyri í annaðkvøld klokkan 18.30, tá tey bæði fremstu liðini spæla - seinnapartin leygardagin eru tríggir dystir á skránni. FM1 ger nógv burturúr og til ber at fylgja við øllum dystunum á Portalinum.

NSÍ og KÍ eru í tættari kapprenning um FM-heitið. NSÍ er eitt stig frammanfyri - fríggjakvøldið vitja runavíkingar B36 í Gundadali, meðan KÍ tekur ímóti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ og KÍ eru í tættari kapprenning um FM-heitið. NSÍ er eitt stig frammanfyri - fríggjakvøldið vitja runavíkingar B36 í Gundadali, meðan KÍ tekur ímóti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-17 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddastríð, kappingin millum havnarfeløgini um evropeiskt pláss og inntensi botnbardagin.

Øll hesi eru enn av álvara livandi, nú fimm umfør eru eftir í Meistaradeildini hjá monnum.

23. umfar er tað seinasta undan einum drúgvum landsliðssteðgi, har eingin landskappingrdystur verður spældur í tríggjar vikur. Og av tí at A-landsliðið og U21-landsliðið savnast mánadagin, verða dystirnir spældir fríggjadag og leygardag:

23. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í morgin, fríggjadagin 18. september

(17.15: Fótbóltsskýlið við Trygva Absalonsen, Andriasi Eriksen og Djóna Nolsøe Joensen - beinleiðis úr
Gundadali)

18.30:
B36 - NSÍ (FM1)
KÍ - Skála (FM1)

Leygardagin 19. september
15.00: Víkingur - 07 Vestur

15.30: 
B68 - EB/Streymur (FM1)
HB - AB (FM1)

Umframt at siga frá hesum fýra dystunum, verður tikið samanum á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið, tá sendingin 3. hálvleikur er á skránni

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum (livescore) ovast á Portalinum

[object Object]

Støðan í løtuni - spenningur allastaðni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder