Fótbóltur

Seinasti dagur hinumegin sundið

Um middagsleitið hevur føroyska liðið sína triðju venjing fram ímóti dystinum móti Danmark. Eins og hinar, verður hon í Malmö-økinum. Håkan Ericson og toymi skulu finna røttu dystarætlanina og liðsamansetingina til stóra dystin fríggjakvøldið.

Håkan Ericson varð settur sum føroyskur landsliðsvenjari fyri næstan tveimum árum síðani. Skjótt kemur fyrsta undankappingin undir honum at enda - hann stjórnar aftur í dag venjing í sínum heimlandið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Håkan Ericson varð settur sum føroyskur landsliðsvenjari fyri næstan tveimum árum síðani. Skjótt kemur fyrsta undankappingin undir honum at enda - hann stjórnar aftur í dag venjing í sínum heimlandið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-10 09:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski A-landsliðshópurin hjá monnum er savnaður til seinastu uppgávurnar í ár, ið nú eru nærkast í hvørjum. Síðani mánadagin hava teir 24 leikararnir og væl mannaða toymi búleikast í Malmö, har góðir grasvallir eru tøkir.

Liðið vandi mánadagin og í gjár, og beint eftir middag lokala tíð er triðja og seinasta venjing í Svøríki á skránni. Hana verður Portalurin til.

Í morgin skulu Håkan Ericson og toymi yvirum Oyrasund og standa fyri venjing í stóru Parkini á Eysturbrúgv, har umleið 38.000 áskoðarar verða . Teir skulu nú fáa fínpussa taktisku ætlanina, ið helst hevur verið løgd seinastu tíðina, og implementera hana so væl sum gjørligt fyri leikarunum hesar síðstu dagarnar undan dystinum.

[object Object]

[object Object]
Til venjing uttanfyri Malmö í gjár (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Júst hvat fokus hevur verið á, vita vit av góðum orsøkum ikki, men tað verður allarhelst eit føroyskt lið, sum kemur út í reyðu kullissuna og fer at royna at gera tað so trupult sum gjørligt hjá donsku stórfavoritttunum – eins og á Tórsvølli í september.

Hvøjrar leikarar Håkan Ericson fer nýta, verður ikki endaliga greitt fyrrenn fríggjakvøldið, men nú Gilli Rólantsson og Ári Mohr Jónsson (skaðar) og Brandur Hendriksson (leikbann) ikki eru tøkir, so er greitt, at í minsta lagi tríggjar broytingar verða í mun til dystin móti Skotlandi fyri beint undir einum mánaði. Sølvi Vatnhamar er nú tøkur aftur, og fer allarhelst nátúrligt at koma innaftur á liðið, og René Shaki Joensen er tøkur aftur eftir leikbann; hann er ein vælmøguleiki til fleiri pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder