Hondbóltur

Seinasti hondbóltsdagur í 2020

Fult umfar verður hjá kvinnum og monnum. Kyndil vitjar í Klaksvík, StÍF í Vestmanna, og VB og KÍF vitja Neistan. Eingir áskoðarar verða í hallunum.

KÍF vann 32-28, tá Neistin vitjaði 25. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍF vann 32-28, tá Neistin vitjaði 25. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-19 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir verða leiktir í hallunum kring landið seinnapartin. Tað verður uttan áskoðarar orsakað av koronatilmælunum.

Hjá kvinnum verður tað fyrst toppur ímóti botni í KÍ-høllini, har Kyndil vitjar. Neistin er greiður favorittur móti VB; havnarliðið hevur vunnið greitt í báðum undanfarnu dystunum móti vágskvinnum í ár. Tann seinasti dysturin er tann mest spennandi: Dysturin í Vestmanna, har StÍF vitjar. Bert eitt stig skilur liðini, ið saman við VB stríðast um 4. plássið, og tey hava vunnið hvør sín innnahýsis dyst í ár.

SMS kvinnur
13. umfar - 19.12
13.00: Stjørnan - Kyndil
13.30: Neistin - VB
14.00: VÍF - StÍF

Støðan:
Kyndil 20 stig
H71 19 stig
Neistin 16 stig 
VÍF 10 stig
StÍF 9 stig
VB 8 stig
Stjørnan 2 stig

Kyndil er botnlið, men hevur vunnið tveir dystir í ár - báðar móti Team Klaksvík. Klaksvíkingar skulu vinna í dag fyri at hanga í KÍ og 4. plássinum. Kollfirðingar vitja í dag Neistan, ið er fýra stig frammanfyri. Hetta kann gerast ein týdningarmikil dystur - neistamenn skulu reisa seg eftir tapið fyri VÍF mikukvøldið. Vestmenningar eru í dag stórfavorittar móti skaðaplágaða Stíf-liðnum, og VÍF kann við sigri í dag leggja seg á odda í Burn-deildini. Hjá monnum er hetta seinasta umfarið, áðrenn steypakappingini byrjar.

Burn menn
14. umfar - 19.12
15.00: Team Klaksvík - Kyndil
           Neistin - KÍF

16.00: VÍF - StÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder