Hondbóltur

Seks vikur til EM-undankappingin byrjar

Føroyar leggja út við dysti í Týsklandi, ið verður vertur fyri endaspælinum í januar 2024, móti Ukraina. Hetta er 12. oktober, og fýra dagar seinni er heimadystur móti Eysturríki á skránni.

2022-09-01 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er heilt greitt ein dreymur og eitt mál, at føroyska manslandsliðið í hondbólti skjótt verður partur av einum endaspæli. U18-landsliðið og U20-landsliðið høvdu góð endaspæl í summar, og næsti møguleikin hjá A-landsliðnum er EM 2024, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

- 500 dagar til størsta EM-endadpælið nakrantíð. Verða Føroyar partur av tí? Undankappingin byrjar 12. oktober, tá Føroyar møta Ukraina á útivølli í Aschaffenburg í Týsklandi og seinni í somu viku, sunnudagin 16. oktober, á heimavølli móti Eysturríki í Høllini á Hálsi

Soleiðis skrivar Hondbóltssambandið á Facebook-síðu sínari í dag.

24 lið spæla seg til EM-endaspælið. Føroyar fingu fyrr í ár eitt lutfalsliga gott lutakast. Umframt Ukraina og Eysturríki er Rumenia eisini í bólkinum saman við okkara monnum. 

Tveir dystir skulu leikast móti hvørjum øðrum millum oktober í ár og apríl næsta ár. Orsakað av støðuni í Ukraina hevur liðið heimavøll í Týsklandi, sum er eitt av fýra liðum, ið longu hevur tryggjað sær pláss (sum vertur) Hinir eru tey trý liðini, ið fingu heiðursmerki til EM-endaspælið í fjør: Spania, Svøríki og Danmark.

Spurningurin er so, um føroyska liðið av álvara fær bjóða av um atgongumerki hesuferð. Til at koma í endaspælið krevst, at man endar nummar eitt ella tvey í bólkinum, men tað kann eisini vera nóg mikið at enda nummar trý: Fýra út av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder