Hondbóltur

HM-lagnudystur: Senda frá klokkan 18 við Tjarnir

Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen vera viðmerkjarar hjá Pæturi Nolsøe til upptaktina og sjálva dystarfrásøgnina á FM1. Skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu vitjar eisini eina løtu - til ber at fylgja við í bloggi á Portalinum, har tekstur, myndir og livescore eru.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at hyggja spentur at i kvøld, meðan Vilhelm Poulsen verður millum lyklaspælararnir á vøllinum í stríðnum um HM-atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at hyggja spentur at i kvøld, meðan Vilhelm Poulsen verður millum lyklaspælararnir á vøllinum í stríðnum um HM-atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-16 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti lagnudyst um HM-pláss móti Bosnia-Hersegovina við Tjarnir.

Føroyar eru frammanfyri eftir fyrra dystin (24-22). Tvey-máls munurin kann fáa týdning við Tjarnir, men tað er eingin ivi um, at Føroyar fara eftir sigrinum í seinna dystinum eisini.

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Les meira um dystin her

Seinni røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina (24-22)

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

Viðmerkjarar og liðformaðurin: Ikki smæðast við at leggja trýst á við Tjarnir

FM1 og Portalurin vóru á staðnum í Bosnia fyrr í vikuni, og vera tað sjálvandi eisini i kvøld. 

Á FM1 byrjar upptaktin klokkan 18. Pætur Nolsøe reikar fyri, og eins til sjálva dystarfrásøgnina vera Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen við honum. 

[object Object]
Pætur Nolsøe, Tormóður Djurhuus og Teitur Joensen - her til steypafinalurnar. Teir sita til reiðar 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum situr uttanfyri vegna skaða í økslini, vitjar. Vit hoyra millum annað eisini frá Róa Berg Hansen, sum í kvøld spælir sín seinasta landsdyst.

Eftir dystin fáa vit viðmerkingar frá spælarum og øðrum.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Á Portalinum verður sum vant beinleiðis bloggur upp til og undir dystinum. Har verða tekstur, myndir og livescore. Aftaná taka vit samanum - við teksti, videosamrøðum og myndarøð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder