Fótbóltur

Senegal skrivaði søgu

Við brotssparki frá Sadio Mané varð AFCON-finalan avgjørd fyrr í kvøld. Einki mál kom í vanligu leiktíðini, har Mané brendi brotsspark, ella í longdu leiktíðini. Senegal tryggjaði sær sítt fyrsta afrikanska meistaraheiti við at basa Egyptalandi, ið hevur vunnið kappingina flest ferðir.

Ikki óvæntað gjørdist Liverpool-leikarin ein høvuðspersónur í finaluni

Ikki óvæntað gjørdist Liverpool-leikarin ein høvuðspersónur í finaluni

2022-02-06 23:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekk ikki í triðju royndini hjá Egyptalandi. Stóra norðurafrikanska landið hevur stolta vinnarasiðvenju í AFCON, og hevur innan síðstu tíggju dagarnar vunnið tvær brotssparkskappingar, umframt ein dysti í longdari leiktíð, fyri at koma í ársins finaluni. 

Hjá Senegal eydnaðist tað, tá roynt varð fyri triðju ferð. Í 2002, tá liðið eisini hugtók til HM-endaspælið í Japan og Suðurkorea, tapti Sengal fyri Kameroon, tá landið fyri fyrstu ferð var í einari AFCON-finalu, og fyri trimum árum síðani var Algeria omaná í finaluni.

Hesaferð fingu Sadio Mané og hinir hálað sigurin og steypið við heim. Tað byrjaði tó illa á leikvøllinum í Olembé-býarpartinum í kamerunska høvuðssðanum, Yaoundé,, tí júst Mané misnýtti brotsspark í sjeynda minutti - Gabaski, ið hevur verið ein brotssparkshetja hjá Egyptalandi, hevði lisið hann. 

Tað var annars Senegal, ið var omaná í dystinum, men upplagdir málmøguleikar vóru ikki nógvir av. Einki mál kom, fyrrenn byrjað var at skjóta í brotssparkskappingini: Senegal kom á odda 2-1, síðani brendi bæði liðini, áðrenn Hamdy javnaði til 2-2. Liðið hjá Aliou Cissé kom betri frá fjórða umfari, og so við støðuni 3-2 kundi 29-ára gamli Mané avgera finaluna. Hesaferð var Liverpool-kanturin ísakaldur, og hann kundi fegnast saman við millum annað Chelsea-málverjananum Edouard Mendy, ið hevði hildið málið reint og bjargað einum brotssparki, og løtu seinni kundi verjuovastin og liðformaðurin, ið til dagliga spælir í Napoli, Koulibaly lyfta steypið.

Mohammed Salah slapp ikki at skjóta - hann skuldi vera skjútti nummar fimm hjá Egyptalandi, ið hevur vunnið kappingina sjey ferðir. Hjá Sengal eydnaðist tað í kapping nummar 33 av slagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder