Fótbóltur

Sera góður dagur fyri EB/Streym og TB

EB/Streymur er so at siga heilt burtur frá nøkrum niðurflytingarvanda eftir sigurin á AB. TB vann sín fyrsta heimasigur í ár, har nýggi serbiski áleyparin sló til - tíðin hjá Skála er við at renna út.

TB hevur nú átta stig niður til beinleiðis niðurflytingarplássið - EB/Streymur hevur níggju stig niður til 9. plássið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

TB hevur nú átta stig niður til beinleiðis niðurflytingarplássið - EB/Streymur hevur níggju stig niður til 9. plássið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-23 17:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 17. umfari í Betrideildini vóru bríkslaðir í gongd klokkan 15.00, og báðir høvdu stóran týdning fyri botnstríðið.

Við Margáir skoraði EB/Streymur tvær ferðir innan tveir minuttir stutt fyri hálvleik. Í fyrra førinum kom Símun Sólheim til baklinjuna, royndi at leggja útfrá, rakti Ára Arge og síðani datt bólturin fyri føturnar á Bárði Olsen, og fyrrverandi AB-leikarin legði bóltin væl inn við vinstra beininum. Næsta álop: Niklas Kruse fekk gott pláss í høgru, legði eitt bleytt men gott innlegg, Sørin datt, og so stýrdi Gestur Bogason Dam bóltin frálíka væl í málið við høvdinum.


[object Object]
Gestur skoraði tvær ferðir móti AB (Savnsmynd/Sverri Egholm)

AB hevði framanundan havt nakrar vandamiklar støður, men meira góðska var á, tá EB/Streymur kom inn í brotsteigin. Argjamenn fingu tó javnað eftir 57 minuttir. Tað var Adeshina Lawal, ið sló til. Nú var veruligur spenningur í dystinum í tíggju minuttir, áðrenn Gestur aftur stóð fyri einari tekniskt góðar avslutning. Nummar fýra spældi fremsti maður aftur í dag, og eins og í Trongisvági farna vikuskifti gjørdist hann sera umráðandi fyri EB/Streym, sum nú hevur níggju stig niður til AB.

Filip Obadovic gjørdist avgerandi

TB er trý stig frammanfyri AB. Hetta er greitt, eftir at TB basti Skála 1-0. Tað var lítil góðska í alveringsspælinum hjá liðunum og nógvir feilir og nærdystir settu sín dám á. TB var samanlagt meira frammi við, hóast Skála hevði nakrar góðar støður - eina í 1. hálvleiki og tvær vandamiklar aftaná TB var komið á odda. Á miðvøllinum hjá TB stóð Ndende sera sterkur í myndini.

Tvøramenn komu nógv betri út til 2. hálvleiki, og tað var nýggji áleyparin hjá TB, Filip Obadovic, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Ein deyðbóltur kom útfrá, Sebastian Kroner legði bóltin í eitt vandamikið økið, og høgi serbin setti bóltin hegnisliga framvið Bárði á Reynatrøð. Fyrst var tó hildið, at málið varð kolldømt, tí hjálpardómarin hevði flaggið á lofti. Rúni Gaardbo fór út til hann, og eftir eitt prátt varð peikað á miðjuna. Helst eru teir komnir fram til, at Obadovic ikki var tann, ið var rangstaddur, men leikarin, ið var aftanfyri hann og sum ikki ávirkaði spælið, ella at bólturin hevði rakt ein Skála-leikara á vegnum, og at ein nýggj støða harvið var íkomin. Tað var tó sera ilt at meta úm hetta var rætt útfrá sjónvarpsmyndunum.

[object Object]
TB vann 2-0 á Skála fyrr í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Skála hevur framvegis fimm stig upp til 9. plássið, ið gevur ein upp- og niðurflytingardyst. Átta stig eru nú til TB og 8. plássið, og talið av dystum og møguleikum fyri at heinta inn minkar. Tvøramenn eru í betri støðu eftir sín fyrsta heimasigur í ár. Liðið hjá Micheal Winther hevur vunnið báðar dystirnar á Skála í ár.

17. umfar
23.08

EB/Streymur - AB 3-1 (2-0)
38' Bárður Olsen 1-0
39' Gestur Bogason Dam 2-0
58' Adeshina Lawal 2-1
67' Gestur Bogason Dam 3-1

TB - Skála 1-0 (0-0)
58' Filip Obadovic 1-0

16.00: ÍF - Vìkingur (1-2)           

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 16 stig (17 dystir) 
8. TB 10 stig (17 dystir) 
9. AB 7 stig (18 dystir) 
10. Skála 2 stig (17 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder