Serbia er á veg at senda Føroyar út

Serbar síggja út til at vera ov sterkir - bæði í verjuni og í álopspartinum. Munurin er nú fimm mál, og lítið í føroyska spælinum bendir á, at vend kemur í.

Pauli Mittún skoraði her móti sterka serbiska málverjanum, men annars hevur hann samanlagt havt tak á føroyingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún skoraði her móti sterka serbiska málverjanum, men annars hevur hann samanlagt havt tak á føroyingunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-29 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Tað sum óttast kundi fyri er veruleiki í Berlin. Serbiska liðið er krútsterkt fysisikt, í verjuni og við einum stinnum málverja, umframt at seigi álopsparturin við dyggum skjúttum gevur Føroyar allar møguligar trupulleikar. Í málinum hevur Pauli Jacobsen heldur ikki fingið fatur í so nógvum.

Serbar hava fyri tað mesta spælt við stórari hugsavnan og tykjast ógvuliga væl fyrireikaðir uppá føroyska liðið.

Okkara áloppsæl hevur verið trilvandi tað mesta av vegnum. 7 móti 6 hevur verið neyðugt fyri at gjørt tað lættari at koma til fríari møguleikar, men sjálvt tá er nógv brent. Føroyar hava undir skorað uppá undir helmingin av sínum skotum. Hákun West av Teigum hevur slett ikki fingið bóltin - teir meira ella minni mansverja føroyska høgra vongin.

Man hevur allatíðina runnið aftaná, og fimm mál skulu vinnast inn næsta hálva tíman, um Føroyar skulu hava møguleika fyri hálvfinaluna.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu og føroyska liðið hava havt ávísar trupulleikar - tó hevur hann skorað fýra ferðir og lagt upp til seks mál (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Óli Mittún hevur spælt tjúgu minuttir og hevur skorað tvey mál, umframt at hann hevur fangað tveir leysar bóltar. Føroyska álopsspælið hevur tó ikki funnið flogið (Mynd: Sverri Egholm) 

U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin

Føroyar - Serbia (12-17)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 4-6
15 min:
7-10
20 min: 9-13
25 min: 12-8

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (1)
Pauli Mittún 2
Janus Dam Djurhuus 2
Óli Mittún 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Ísak Vedelsbøl 1


Skot: 12/25 = 48 prosent


Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Pauli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 6/23 = 23 prosent

Tekniskar villur:
Føroyar: 4
Serbia: 5

Útvísingar:
Føroyar: 1
Serbia: 2


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder