Japanski tennisleikarin Naomi Osaka hevur spælt seg í finaluna í avstralsku grand slam-kappingini Australian Open.
Men stóra søgan er tann, at tað var Serenu Williams, hon vann semifinaluna ímóti, og harvið forðaði Osaka nú 39 ára gomlu Serenu Williams at fáa enn ein grand slam sigur.
Serena Williams hevur vunnið 23 grand slam kappingar, og vantar eina í at koma upp á sama tal av sigrum sum avstralska Margeret Court, ið vann eina av teimum størstu kappingunum fýra kappingunum 24 ferðir.
Dysturin, ið varð spældur tíðliga í morgun, okkara tíð, gjørdist ongantíð av álvara spennandi. Osaka vann 6-3, 6-4.
Hetta er aðru ferð, at Naomi Osaka skal spæla finaluna í Australian Open. Finalan verður ímóti Jennifer Brady úr USA. Finalan verður spæld leygarmorgunin.
Naomi Osaka (Mynd: EPA)
Jennifer Brady (Mynd: EPA)
Serena Williams (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald