2022-12-23 19:32
Sum flestum kunnugt, hava vit skift til Erreà Nordic sum klædnastuðul komandi 4 árini. Hetta hevur givið okkum møguleika til at sniðgeva okkara egnu búnar fyri komandi tíðina.
Til 2023 búnarnar hava vit heitt á Andri Gerðisá um at sniðgeva ein heimabúna, útibúna og ein fjepparabúna.
Heimabúnin er sjálvsagt reyður - við einum tigaralíknandi mynstri sum ein tøkk og heiður til Reyða Pantaran, ið hevur borið okkum so langt fram á leið serliga tey seinastu 3 árini.
Útibúnin er ljóstbláur, eins og síðsta ár, og júst við tí bláa búnanum eru vit ósigraðir, og tí halda vit sjálvandi fast við litin.
Høvuðsbúnin næsta ár - FM-árini eru fest inn í kragan
Eykabúnin
Eykabúnin
Fjepparabúnin er serstakur uppá nógvar mátar, bæði tá tað kemur til tøkni og snið.
Tekniskt er fjepparabúnin nakað heilt serligt. Í fjepparabúnanum er ein flís (chip) sum tú kanst samantvinna við eina B68 app. Við hesum búna og flís (chipp'ið) kunnu vit senda sermerkt boð til allar okkara fjepparar. Eitt nú ber til at fáa liðuppstillingina áðrenn onnur, ein meira útgreinað leikskrá fyri dystirnar, kanska venjarin bjóðar fjepparunum til taktikfund beint undan dystinum í B68 húsinum ella um tað kanska eru onnur boð/tilboð ið felagið ynskir at bjóðað og mangt mangt annað. - Meira um hetta seinni.
Sniðið á fjepparabúnanum skuldi endurspegla nakrar av góðu løtunum í felagnum.
Í ár eru 30 ár síðan tær "legandarisku" eyðkendu sprøklutu blusurnar við Jógvan Norðbúð, sála, á odda vunnu meistaraheitið.Hetta sprøkluta mynstrið sæst aftur á akslunum og ermum á blusuni. 1984 og 1985 blusurnar, tær reyðu við teimum tunnu hvítu strípunum, skuldu eisini síggjast aftur og tað eru tær í mynda kroppin á fjepparabúnanum. Sostatt er hetta ein fín samanrenning av nøkrum av góðu løtum felagsins.
Serstaki fjepparabúnin...
Við íblástri frá FM-liðunum í 1984 og 1985
B68 - Tofta Ítróttarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald