Fótbóltur

Sevilla sigraði á United

Spanska liðið revsaði væl, at liðið hjá Solkskjær ikki vísti kynismu í brotsteigunum og er harvið í sínari sættu UEFA Cup/Europa League finalu. Kappingarárið hjá United endaði við vónbroti.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-08-17 06:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrra hálvfinalan í Europa League varð leikt í Köln í gjárkvøldið. Manchester United var favorittur móti Sevilla, tó ikki so stórur, tí liðið úr Andalusia hevur ikki tapt ein dyst síðani tíðliga í februar og er søguligt tað sterkasta felagið í kappingini. Sevilla vann trý ár á rað (2014-2016) og vann fyrr í øldini kappingina tvey ár á rað (2006-2007) Harvið er samanlagt talan um fimm finalusigrar í fimm royndum. Tað eru tveir fleiri finalusigrar enn tey fýra feløgini, ið hava næstflest: Liverpool, Juventus, Inter Milan og Atletico Madrid ið øll hava trý.

Nú fær Sevilla enn ein møguleika at lyfta steypið. United kom tó klárt betri frá byrjan í gjárkvøldið og legði seg á odda við brotssparki í 9. minutti. Tað kom eftir gott spæl, og Bruno Fernandes var sum vanligt ósvikaliga tryggur úr ellivu metrum. Sevilla kom tó skjótt betri inn í dystin og eftir 25 minuttir fekk fyrrverandi Liverpool-leikarin, Suso, javnað, tá Brandon Willams ikki gjørdi sítt arbeiði sum bakkur eftir innlegg úr hinum borðinum.

[object Object]
Bruno skoraði trygt...

[object Object]

...uppá brotssparkið, sum United fekk, tá Rasford varð feldur í skotstøðuni

[object Object]
Tað var bara ikki nóg mikið, tí Sevilla skoraði í 2. hálvleiki...

[object Object]

....og United gjørdi ikki (Myndir: EPA)

United byrjaði seinna hálvleik sum eitt óløgi, og serliga Anthony Martial var sera vandamikil við sínum tøttu driblingum, men Bono í málinum hevði tvær heilt góðar bjargingar. Ístaðin var tað Sevilla, ið avgjørdi dystin. Fyrrverandi City-leikarin Jesus Navas legði bóltin væl innfyri úr høgru, men verjuspælið frá Wan-Bissaka og Lindelöf var alt annað enn sannførandi. Líka legði Luuk De Jong í. Hann beindi bóltin í málið, og liðið hjá Solskjær fekk ikki svarað aftur og tapti harvið enn eina hálvfinalu.

Í kvøld verður greitt, hvør fær hitt finaluplássið. Tað eru Inter og Shakhtar, ið bresta saman.

Europa League hálvfinalur
17.08 
Manchester United - Sevilla 1-2 (1-1)

18.08
(20.00) Inter Milan - Shakhtar Donetsk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder