Europa League 2020/2021 er júst farið í gongd, har trý føroysk lið júst hava roynt seg í undanumfarinum. Í kvøld varð seinasti dystur í Europa League 2019/2020 leiktur. Tað var í Köln, har Inter Milan og Sevilla brustu saman í finaluni.
Inter var lítil favorittur, og kom á odda longu í 5. minutti, tá Romelu Lukaku ran seg leysan og varð síðani skræddur niður og feldur. Belgiski áleyparin var tryggur úr ellivu metrum, og skoraði í sínum 11. Europa League-dysti á rað. Hetta var mál nummar 34 fyri Inter í ár.
Romelu Lukaku sló til fyri Inter næsta beinanvegin (Mynd: EPA)
Luuk De Jong sló síðani til tvær ferðir móti Sevilla. Hálendski áleyparin, ið avgjørdi hálvfinaluna móti United stútaði inn til 1-1 eftir mál frá Jesus Navas, og stútaði eitt frísparksinnlegg sera væk inn til 2-1. Diego Godin fekk tó javnað tíggju minuttir fyri hálvleik.
Dysturin varð avgjørdur í 74. minutti. Diego Carlos, ið hevði framt brotsparkið, saksasparkaði bóltin í samband við eitt frísparksinnlegg, og umvegis beinið á Lukaku fór bólturin í málið.
Avgerandi málið (Mynd: EPA)
Inter megnaði ikki at svara aftur, hóast Eriksen og Sanchez komu á vøllin. Hetta var møguliga seinasti dystur, har Antonio Conte stóð á odda fyri Inter, ið ikki megnaði at vinna sítt fyrsta steyp í níggju ár.
Liðið úr Andalusia endaði nummar sjey í La Liga men hevur ikki tapt ein dyst síðani tíðliga í februar og er søguligt tað sterkasta felagið í kappingini. Sevilla vann trý ár á rað (2014-2016) og vann fyrr í øldini kappingina tvey ár á rað (2006-2007) Harvið er samanlagt talan um seks finalusigrar í seks royndum. Tað eru tríggir fleiri finalusigrar enn tey fýra feløgini, ið hava næstflest: Liverpool, Juventus, Atletico Madrid og Inter Milan ið øll hava trý.
Tvímálsskjúttin stórfegnast eftir dystin (Mynd: EPA)
Fótbóltur
Sevilla fyri sættu ferð
Lukaku legði Inter á odda næstan beinanvegin í Europa League-finaluni, men eitt Lukaku-sjálvmál avgjørdi dystin.
Spanska felagið hevur veruliga sitið á kappingini seinastu 15 árini (Mynd: EPA)
2020-08-21 23:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald