Annað

SÍ gjørdi skjótt av í Suðuroy

Hotel Djurhuus-deildin: TB – SÍ 0-3 (15-25, 5-25, 18-25).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2025-01-26 08:42 Author image
Innsent
placeholder

Við sigri móti oddaliðnum SÍ kundi TB komið ájavnt í stigum við Fleyr á øðrumplássi, men tann vónin livdi bara til 8-8 í fyrsta setti, tá TB gjørdi fleiri óprovokeraðar feilir, og SÍ legði seg á odda 18-10. Við smassji frá Evu Gunn Niclasen í blokkin og út vann SÍ settið 25-15.

Í øðrum setti var tað næstan bara SÍ, sum servaði, og støðan gjørdist 19-1 til SÍ, eftir at TB ikki fekk bilbugt við servunum frá tveimum av bestu servarunum í Føroyum, Jannu Falkvard og Sissal Ellefsdóttir. Aftur hesa ferð tók Eva Gunn Niclasen sær av settbóltinum, einum lobbara, sum TB ikki fekk uppaftur, og so var settið vunnið 25-5.

TB raknaði við aftur í triðja setti og fylgdi við til 9-10, men so vann SÍ átta av teimum næstu níggju bóltunum, so støðan gjørdist 18-10. Dystarbóltinum – sum SÍ átti níggju av – tó Janna Falkvard sær av: eitt serviess, og so varð 25-18.

Næsti dystur hjá SÍ er ikki fyrr enn 15. februar, tá aftur ímóti TB, men í Sørvági, og vinnur SÍ tann dystin, so er finaluplássið tryggjað.

Í dag kl. 13 tekur Fleyr, sum er nr. 2, ímóti Drátti, sum higartil einans hevur vunnið eitt sett í kappingini.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1102428
2Fleyr9919
3KÍF11-117
4TB11-116
5Mjølnir11-213
6Dráttur10-290
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder