Annað

SÍ og Mjølnir hava yvirtakið

Sørvágskvinnur vunnu trygt í oyggjauppgerðina í gjár, og Mjølnir var omaná móti ÍF eftir fýra sett. Liðini hittast aftur í avgerandi FM-dystunum í morgin.

Sørvágskvinnur vunnu 3-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sørvágskvinnur vunnu 3-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-02 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurnar hjá Drátti og menninir hjá ÍF hava eitt samdøgur ella so at fyrireika seg til at svara ávíkavist SÍ og Mjølni aftur í stríðnum um FM.

Í gjár var SÍ greitt omaná í vágauppgerðini. Sørvágskvinnur vunnu 3-0, har tær í serliga í fyrsta, men eisini triðja setti, vóru sannførandi. Í øðrum setti trýsti Dráttur væl eina løtu. Í morgin snýr tað seg um hjá Drátti at vinna trý sett, og síðani skal sokallaða gullsetttið vinnast.

Sí eisini: 
Myndir: Dráttur - SÍ
Myndir: Mjølnir - ÍF

ÍF skal eisini vinna fýra sett í morgin fyri at gerast føroyameistari. Fuglfirðingar vunnu steypafinaluna á Mjølni í Høllini á Hálsi síðst í februar. Í gjár vórðu teir hølvaðir av í fyrsta setti og taptu 3-1. Tað var javnti 2. 3. og 4. setti, 25-22, 24-25 og 25-21, og tað kann gerast heilt spennandi í morgin.

Kvinnurnar spæla aftur klokkan 15 í morgin - hjá monnum verður fyrsti bólturin í Stórhøllini servaður klokkan 18.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder