Annað

SÍ vann 3-0 á Mjølni fyri triðju ferð

Polestar-deildin: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-23, 25-23, 25-11).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2025-03-03 12:00 Author image
Innsent
placeholder

Leingi hava vit vitað, at SÍ og Mjølnir fara at spæla FM-finalur í ár, men ikki hevur verið greitt, hvør skuldi hava heimavallarfyrimunin, um neyðugt verður við eini triðju finalu. Tað vita vit nú, eftir at SÍ í gjár vann 3-0 á Mjølni, sum tí ikki hevur møguleika at taka SÍ aftur á stigatalvuni áðrenn finalurnar, har spælt verður best av trimum dystum.

Fremsta liðið í landskappingini hevur heimadyst fyrst, og síðani hevur tvey’arin heimadyst. Vinna tey hvør sín dyst, so verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á heimavøllinum hjá liðnum, sum var nr. 1 í sjálvari landskappingini. Tó er ikki greitt enn, hvar SÍ fer at hava heimavøll.

25-23 í teimum báðum fyrstu settunum sigur, at settini vóru nokk so jøvn, men kortini hevði SÍ fyri tað mesta lítla yvirvág, tó at Mjølnir var frammanfyri 11-9 í øðrum setti, har SÍ skuldi brúka fýra settbóltar, áðrenn settið loksins var vunnið.

Men í triðja setti gekk milt sagt av skriðuni hjá Mjølni. Elias Petersen hjá SÍ legði fyri við tveimum serviessum, áðrenn triðja servan fór í netið. Fyrsta servan hjá Mjølni fór eisini í netið, og so átti Mileta Vesovic tørn at serva fyri SÍ, sum vann 10 (!) stig á rað, og har alt gekk eftir vild: servur, smassj og ikki minst blokkurin, sum vann hópin av stigum, til Phil Freere at enda ikki tímdi meira og smassjaði bóltin í gólvið hjá SÍ til støðuna 2-12. Hjá Mjølni var tó eingin vegur aftur, og SÍ vann so mikið sum 25-11.

Hetta var triði av teimum fýra dystunum teirra millum, sum SÍ hevur vunnið 3-0. Tann fjórða vann Mjølnir 3-2.

FM-finalurnar, sum eru best av trimum dystum, verða spældar seinni í mánaðinum. Fyrsti finaludysturin verður spældur í viku 12 (sum byrjar 17. mars) og annar dysturin 22. mars. Vinna liðini hvør sín dyst, verður triði og avgerandi dysturin spældur leygardagin 29. mars.

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystir (av 16)SettmunurStig
1142836
2Mjølnir151933
3ÍF14022
4Fleyr16-420
5Ternan15-430
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder