Annað

SÍ vann á TB í Bónus steypakappingini

Bónus-kappingin, kvinnur: SÍ – TB 3-1 (25-13, 17-25, 25-18, 25-18).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2025-04-06 10:01 Author image
Innsent
placeholder

Í gjár spældu SÍ og TB fyrsta dystin í bólki 1 í steypakappingini hjá kvinnum, har SÍ vann 3-0, og samanumtikið var sigurin hjá SÍ tryggur.

SÍ legði seg á odda 13-2 í fyrsta setti, og so var bara spurningur um hvussu nógv, SÍ fór at vinna. Tað bleiv 25-13.

TB svaraði tó bragdliga aftur í øðrum setti og fór framum 7-3. SÍ minkaði síðan um munin niður í tvey, men TB ernaðist aftur og fór frá 9-7 upp á 16-8 og 20-10, áðrenn settið varð vunnið 25-17.

TB var við fyrstu løtuna av øðrum setti, men eftir at hava verið á odda 11-10, gekk skjótt skeiva vegin, og SÍ fór framum 16-12 og vann settið 25-18.

TB vann fyrsta bóltin í fjórða setti, men tað var einastu ferð SÍ var aftanfyri, tí brátt var støðan 11-1 til SÍ, og løtu seinni hevði SÍ vunnið settið 25-18.

Einans trý lið eru í bólki 1, har liðini spæla eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Triðja liðið í bólkinum er KÍF. Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður í Trongisvági sunnudagin 13. apríl, og tað kann gerast dystur, har taparin situr eftir við svartaperi, og vinnarin sleppur í hálvfinaluna.

Í bólki 2 eru tveir dystir í dag. Kl. 13 spæla Fleyr og Ternan í Havn. Ternan, sum spælir í næstbestu deildini, vann mikukvøldið 3-0 á Drátti, sum spælir í bestu deildini. Hin dysturin í dag er millum Mjølnir og Drátt og verður spældur í Klaksvík kl. 16.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder