Í næstu viku verða upp ímóti 6000 føroyingar í Oslo-økinum og fylgja føroyska manslandsliðnum í EM-endaspælinum.
Stuðlarnir Føroya Banki, Atlantic Airways, Wenzel og Effo hava gjørt eina heimasíðu á oslo.fo, sum savnar kunning til allar nógvu fjeppararnar.
Har sæst at upphitingarnar verða í tveimum støðum. Fríggjadag og týsdag verður tað í Carls, sum liggur tætt við miðbýin, og sunnudag verður tað upphiting í einari høll hjá Gateway Studio, sum liggur nærhendis Unity Arena Oslo, har dystirnir hjá Føroyum verða spældir.
Afterparty er eisini í hesari høllini hjá Gateway Studo, sum er fyrrverandi hangarur á niðurlagda flogvøllinum Fornebu.
Til upphitingina og afterparty spæla DJ Petur Háberg, RSP og Swangah.
Alkoholreglugerðin er strang í Noreg. Aldursmarkið fyri øl og vín er 18 ár og 20 ár fyri brenivín. Tað er ikki loyvt at drekka alkohol á almennum øki og hetta kann geva bót. Sagt verður at norska løgreglan er strang viðvíkjandi óskynsamum drukki, larmi og ófríði, serliga í miðbýnum eftir stórtiltøk.
Hinvegin verður tað rættiliga kalt at ganga úti í Oslo og mala hasar dagarnar. Hann sigur niður í sjey kuldastig í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald