EB/Streymur hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Sigfríða Skaale Clementsen, um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.
Sigfríður Skaale Clementsen er ein av royndastu venjarunum í landinum, og hevur vunnið nærum alt sum vinnast kann í føroyskum fótbólti.
Hann er 49 ára gamal og er búsitandi í Havn.
Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vann EB/Streymur greipuna og í 2009 rakk tað til silvurpláss í báðum landskappingini og í steypakappingini.
EB/Streymur endaði hetta kappingarárið á fimta plássið við 35 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald