Fótbóltur

Sigfríður Skaale Clementsen nýggjur landsliðsvenjari

U19-landsliðið við dreingjum hevur fingið nýggjan venjara – Sigfríður avloysir Áka Johansen.

2021-03-20 12:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður við nýggjum venjara, at U19-dreingirnir seinni í hesum mánaðinum fara undir landsliðsárið 2021. Nýggi maðurin á brúnni er Sigfríður Skaale Clementsen.

– Eg eri spentur til uppgávuna, og gleði meg til fyrstu venjingarnar. Tað eru eisini tveir spennandi árgangir, ið eg havi at arbeiði við, so nú ræður um at fáa tað bestu burturúr, sigur Sigfríður Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt at skula fyrireika seg til EM-undankappingina, sum verður í heyst, har mótstøðulondini vera Grikkaland, Týskland og Russland, skulu U19-dreingirnir eisini fyrireika seg til ein venjingardyst ímóti Íslandi, sum verður á Svangaskarði tann 6. juni.

Til ársins fyrstu venjingar, sum vera 26. og 27. mars, hevur Sigfríður Clementsen, ið eisini er ein av Fótbóltsmennarunum hjá FSF, sent boð eftir 31 spælarum – fýra málmonnum og 27 útispælarum.

Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Fayo Kruse, EB/Streymur
Kristian Dam Petersen, HB
Líggjas Heðinsson, ÍF
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Fríði í Túni Petersen, B68
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Símun Kalsø, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Mathias Weihe Joensen, B36
Jákup N. Wilhelmsen, KÍ
Filip Kruse Johannesen, EB/Streymur
Sigurð J. Rasmussen, B36
Fríði á Borg, B36
Martin Agnarsson, B36
Poul Kallsberg, Skála
Eivind R. Mouritsen, HB
Tóki H. á Lógv, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Jákup Hummeland, EB/Streymur
Emil Weihe Joensen, ÍF
Beinir Nolsøe, NSÍ
Andreas Midjord, TB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Jóhann J. Højbro, ÍF
Marjus Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Pætur Augustinussen, FC Suðuroy
Rani W. Sørensen, HB
Bogi Hentze, B71

– Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder