Fótbóltur

Silas, Bjarni og Jákup Árni til danskt oddalið

Ungu vágamennirnir hava longu gjørt vart við seg í fremstu donsku flogbóltsdeildini, og eftir summarfríðtíðina skifta teir til ASV Elite í Aarhus.

Bjarni Joensen: - Eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara

Bjarni Joensen: - Eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara

2025-05-08 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vágamennirnir Silas Poulsen, Bjarni Joensen og Jákup Árni Elisson Wang hava hetta kappingarárið havt sentralar leiklutir á besta mannsliðnum hjá Ikast KFUM.

Liðið miðskeiðis í Jútlandi spælir í fremstu donsku mansdeildini. Tað var ASV Elite, sum vann grundspælið har, og Bjarni, Jákup og Silas skulu spæla við liðum úr Aarhus eftir summarsteðgin.

Hetta skrivar Flogbóltssambandi á síðu sínari.

- ASV Elite vann innleiðandi donsku kappingina í 2024/25 greitt - 5 stig frammanfyri nr. 2. Í finaluumførunum gekk tó nakað verri, soleiðis at ASV Elite endaði á einum 4. plássi í donsku kappingini.

Talan er um eina roynd at brynja felagið enn meira til komandi kappingarár. Vágamenninir vilja taka næsta fetið.

19 ára gamli Silas Poulsen sigur við FBF, at skiftið frá Ikast til ASV er sera spennandi fyri hann. Sørvingurin gleðir seg til at byrja á einum nýggjum liði við uppaftur betri leikarum og eini røð av ungum evnaríkum leikarum, har kappingin um plássini er hørð. 

- ASV hevur longu ein framúr libero, so eg fari at fáa harða kapping um spælitíð, men tað er gott - sigur Silas.

[object Object]
Silas Poulsen í dysti fyri Ikast KFUM

Silas hevur spælt nakað á A-landsliðnum. Har hevur Bjarni Joensen eisini havt sín leiklut.

- Eg havi avgjørt at skifta til ASV Elite, tí eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara - sigur Bjarni Joensen. 

Bjarni leggur afturat, at ASV er eitt felag, ið hevur eitt mál um at byggja eitt topplið. Teir hava longu eina kjarnu av dugnaligum leikaum og so hava teir ein venjara, Dominik Zmuda úr Pólandi, ið veruliga brennur fyri at menna ungar leikarar og sum leggur dent á allar smáar detaljur í spælinum.
[object Object]

Jákup Árni Elisson Wang sigur, at hann hevur valt at skifta til ASV, tí honum dámar væl venjaran og hansara hugsjónir fyri liðið. Liðið vísti í farnu kapping, hvørjar menningarmøgulear  tað hevur.

- Tað er eitt ungt og svangt lið, har allir leikara stríðast fyri at prógva seg sjálvar og vinna sær pláss á liðnum. - Mær dámar væl ta kappingarmentina - sigur Jákup Árni.

ASV Elite er ikki ókent felag fyri føroyingar. Á kvinnuliðnum hjá ASV Elite, sum vann silvur í 2024/2025 kappingini. vóru Bjørk Nolsøe Isaksen og Jakobina Joensen við á liðnum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder