Fótbóltur

Silas Eyðsteinsson aftur í 07 Vestur

Eftir eitt ár hjá AB verður Silas Eyðsteinsson aftur hjá barndómsfelagnum í Vágum.

Mynd: 07 Vestur

Mynd: 07 Vestur

2020-12-11 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir eitt ár í útlegd verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini.

07 Vestur og Silas undirskrivaðu nevniliga í gjár sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB, boðar felagið frá á heimasíðuni.

22-ára gamli málverjin er uppvaksin í felagnum, og, áðrenn farna kappingarár, hevði hann einans leikt fyri 07 Vestur heilt úr barna- og ungdómsdeildini.

Í fjør valdi Silas tó at taka eitt tørn fyri AB, har kann kundi fáa royndir í Betri deildini, men nú verður hann aftur at síggja hjá felagnum í Vágum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder