
Fyrstu landsdystirnir í sonevndu Silvurliguni verða longu í Letlandi um vikuskiftið. Føroysku kvinnurnar komu til Lettlands fyrr í vikuni við nýggjum italskum venjara og spæla fyrra dystin har fríggjadagin - í morgin - klokkan 17.
Leygardagin er Ísrael á skránni, og næsta vikuskifti spæla Føroyar á heimavølli. Her verður talan um tríggjar Silver League-dystir á Sandi.
Seinasta umfarið hjá kvinnum er vikuna aftaná, og tá er eisini fyrsta umfar hjá monnum.
Bæði A-landsliðini í Kollafirði (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Bæði A-landsliðini hjá Føroyum spæla trý umfør og samanlagt sjey umfør. Kvinnurnar skulu spæla í Lettlandi, Føroyum og Luksemborg, og menninir spæla í Íslandi, Føroyum og Georgia.
Liðini hava fyrireikað seg seinastu vikurnar - síðani landskappingin í Føroyum og tann í Danmark var av. Allir dystirnir hjá Føroyum verða væntandi at síggja á www.eurovolley.tv, upplýsir FBF.
----------------------------------------------------
Kvinnur:
30/05 kl. 17:00: Føroyar - Lettland
31/05 kl. 18:00: Ísrael – Føroyar
Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
06/06 kl. 19:00: Norðurmakedónia - Føroyar
07/06 kl. 17:00: Eysturríki - Norðurmakkedónia
08/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki
Umafarið í Luksemborg - d'Coque "Gymnase" Luxembourg
14/06 kl. 19:00: Føroyar - Ísland
15/06 kl. 17:00: Luksemborg- Føroyar
Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum er hetta:
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi
13/06 kl. 18:00: Føroyar - Ísland
14/06 kl. 16:00: Svøríki – Føroyar
Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
20/06 kl. 19:00: Aserbadjan - Føroyar
21/06 kl. 17:00: Eysturríki - Aserbadjan
22/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki
29/06 kl. 16:00: Georgia - Føroyar
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Liðleiðari: Berit Norðoy Vilhelmsen
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald