Kappróður

Silvur og heimsmet í Singapore

Farna vikuskifti luttók Vár G. Hansen í altjóða kappingini VERSA Challenge 2025, sum varð hildin í Singapore, og umframt at vinna silvur setti hon eisini heimsmet.

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

2025-12-01 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna vikuskifti luttók Vár G. Hansen í altjóða kappingini VERSA Challenge 2025, sum varð hildin í Singapore EXPO.

Tað gjørdist eitt føroyskt bragd, tá Vár vann silvur samanlagt – og setti heimsmet á leiðini.

– VERSA Challenge er ein av harðastu og mest krevjandi inniróðurskappingum í heiminum. Her verða íðkarar royndir í styrki, ferð og úthaldni gjøgnum fleiri ymiskar og tekniskt krevjandi challenge-kappingar. Endaliga úrslitið vísir, at føroyski landsliðsrógvarin er partur av heimselituni, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Vónirnar vóru góðar undan degi 1 – og Vár byrjaði við fullari ferð.

Í fyrstu avbjóðingini skuldi rógvast longst upp á 60 sekund, og tað var her, at Vár setti heimsmet.

Vár rakti dagin vann kappingina sannførandi, og við 366 metrum upp á 60 sekund setti hon heimsmet, skjótasta kvinna á hesum teininum.

Næsta uppgávan var ein tekniskt øðrvísi kapping – togtogan á rógvimaskinu, har tað galt um at vera fyrstu at flyta seg 10 metrar framum kappingarneytan. Vár gjørdi bart og vann eisini hesa kappingina sannførandi.

Við tveimum sigrum legði hon seg á odda í samlaða stigatalvuni eftir fyrsta dagin.

Dagur tvey byrjaði eins sannførandi. Triðja avbjóðingin var ein taktiskur seks-minutturs róður við ymiskum ferð- og tempo­skiftum. Vár róði klókt, hevði gott tamarhald á skiftunum og vann sína triðju einstøku kapping – mest av øllum kvinnum í ár.

Í fjórðu avbjóðingini gekk tó ikki alt eftir vild, og gjørdist Vár nummar fimm.

Seinasta kappingin var ein langur úthaldnisróður á 14 minuttir, har aftasti íðkarin hvønn 2. minutt varð tikið úr kappingini. Vár bardist væl heilt til endan og gjørdist nummar trý.

Við hesum úrslitum tryggjaði hon sær samlaða silvurið í VERSA Challenge 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder