
Síðsta vikuskifti var 1. umfar í Lettlandi - hetta vikuskiftið eru Føroyar vertir fyri 2. umfari í Silver League 2025 hjá kvinnum.
Tað eydnaðist Føroyum at vinna eitt sett fyri einari viku síðani. Tað eydnaðist ikki í nøkrum av teimum seks dystunum í kappingini í fjør.
Hetta vikuskiftið liggja á pappírinum størri møguleikar í dystinum móti Norðurmakedónia, sum vitjar í kvøld.
Les eisini: Føroyar spæla spennandi dystir á Sandi um vikuskiftið
Allir dystirnir verða spældir Inni í Dal á Sandi.
Televarpið vísir Silver League dystirnar hjá A-landsliðnum hjá kvinnum í flogbólti, sum verða spældir í Føroyum um vikuskiftið 6.-8. juni.
Leygardagin 7. juni kl. 17.00: Eysturríki - Norðurmakedónia (verður vístur á R2)
Jóhanna B Christiansdóttir
Maria Theresa Vitalis
Sharon Haynes
Ása Thorkilshøj
Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Ingibjørg Muller
Sirið Samson
Hanna Andriasdóttir
Anja Danielsen
Karin Joensen
Henrikka W Jacobsen
Sesilia Prior
Jakobina Joensen
Helena S Hansen
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/06/gallery-thumbnail/1749192442yyvo2lii70.webp)
Gólvið er klárt á Sandi - og tað er føroyska liðið eisini (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald