Síðsta vetur varð Símun Eliasen settur sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála, sum í 2020 endaði sum nummar seks, ið tá var niðasta pláss í Betrideildini hjá kvinnum.
Kappingarárið 2021 gjørdist heilt øðrvísi hjá samansetta liðnum, sum í 2017 og 2018 vann FM, tí EBS/Skála kappaðist aftur í oddinum í føroyskum kvinnufótbólti. Liðið var framvegis ungt, men royndir leikarar við góðari dygd, sum vóru við til at vinna FM-heitini - millum annað ársins verjuleikari, Rakul Magnussen - gjørdu stóran mun, og tað gjørdi 19-ára gamla Lea Lisberg eisini. Hon skoraði 20 mál í 21 dystum í Betrideildini og var í uppskoti til at gerast ársins leikari í deildini.
Lea er ein av ungu og spennandi spælarunum, sum halda fram í 2022, og tað ger Símun Eliasen og alt venjaratoymi eisini. EBS/Skála kvinnur boðaðu í gjárkvøldið frá hesum:
- Vit kunnu við gleði kunngerða at Símun eisini verður høvuðsvenjari kappingarárið 2022 Óli og Sunnuvá halda eisini fram sum hjálparvenjara
Óli Ejdesgaard og Sunnuvá Vesturdal hava sum so verið í venjaratoyminum hjá EBS/Skála allan vegin, síðani byrjað varð við samansetta liðnum í 2013, og vóru við til at vinna greipuna í 2017 og FM í 2016.
Júst farna kappingarár var EBS/Skála heldur óvæntað heilt við í oddastríðnum fram til triðseinasta umfar. So fór KÍ úr eygsjón, og á seinasta leikdegi yvirhálaði NSÍ eisini EBS/Skála, og tað endaði harvið við bronsuheiðursmerki. Símun Eliasen var millum teir tilnevndu til ársins venjara, tá FM1 skipaði fyri Ársins Leikara-tiltakinum fyrst í hesum mánaðinum.
Fótbóltur
Símun Eliasen heldur fram sum venjari hjá EBS/Skála
Venjaratoymið hjá liðnum, sum endaði nummar trý í Betrideildini í ár, er óbroytt.
47-ára gamli fuglfirðingurin saman við formonnunum í EB/Streymi og Skála - Fróða Reinert Petersen til vinstru og Inga Guttasyni Hansen til høgru (Mynd: EBS/Skála)
2021-12-30 12:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald