
Um ein hálvan tíma fer B36 - CSKA Sofia í gongd í bulgariska høvuðsstaðnum.
Níggju av leikarunum, ið byrjaði inni í sigrinum á The New Saints í 2. umfari byrja eisini inni í kvøld.
Tær báðar broytingarnar, ið Jákup á Borg og toymi hava framt til dystin í dag, eru neyðugar. Rói Mørk Hentze, ið bjargaði tveimum brotsspørkum á Tórsvølli í farnu viku fór skaddur av vølli í dystinum móti AB sunndagin. 21-ára gamli málverjin er við í Bulgaria, men er ikki 100 prosent til reiðar, og tí byrjar 33-ára gamli Símun Rògvi Hansen í kvøld. Sandoyingurin kom inn til sín fjórða dyst fyri besta liðið hjá B36 í ár, tá Rói fór úr við skaða sunnudagin. Símun Rógvi skal harvið spæla sín fimta Europa League-dyst.
Ròi Mørk Hentze verjir ikki B36-málið hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)
Erling Dávidsson hevur spælt heili 28 evropeiskar dystir og er tann føroyingurin, ið er komin oftast víðari - tríggjar ferðir við Víkingi og tríggjar ferðir við B36. 30-ára gamli miðverjin kemur tí inn við royndum, og tað er gott fyri B36, tí tað er ein smeitur, at landsliðsmiðverjin Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður. Hann spældi væl móti The New Saints men fekk triðja gula kortið í kappingini í ár, og harvið noyðist hann at sita uttanfyri í Sofia í kvøld.
B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Michal Przybylski - Sebastian Pingel
Bonkur: Rói Mørk Hentze, Hannes Agnarsson, Brian Jacobsen, Andrass Johansen, Bjarni Petersen, Stefan Radosavljevic, Andreas Thomsen
Rás 1 hjá Televarpinum vísur dystin. Fyri tey sum eru uttanfyri Føroyar kann hann síggjast fyri eitt gjald á 39 krónur á einari aðrari av rásunum hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald