Fótbóltur

Símun Sólheim skal spæla fyri B36 í 2022

- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær.

Símun Sólheim í dysti fyri EB/Streym í Gundadali móti B36. 20-ára gamli evnaríki miðvallarin skal næsta ár spæla í hvítum búna og hava heimavøll í Gundadali aftur (Mynd: Sverro Egholm)

Símun Sólheim í dysti fyri EB/Streym í Gundadali móti B36. 20-ára gamli evnaríki miðvallarin skal næsta ár spæla í hvítum búna og hava heimavøll í Gundadali aftur (Mynd: Sverro Egholm)

2021-11-09 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Símun Sólheim er eitt av heilt spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Framrættaði spælarin, sum kann røkja pláss á bæði kantinum og mitt fyri, er B36’ari av uppruna, men nøkur av ungdómsárunum var hann hjá grannunum, og seinastu tvey árini hevur hann veruliga prógvað seg sum Betri-spælara í EB/Streymi.

Soleiðis skrivar B36 um fyrsta nýggja leikaran, ið kemur í hópin til næsta ár. Sj
álvur heldur Símun, at hetta er rætta fetið í framhaldandi menningini hjá sær.

- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær.

[object Object]Símun, saman við Magna Vatnhamar Mouritsen, formani í B36 (Mynd: b36.fo)

Símun hevur spælt 56 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi seinastu tvey kappingarárini. Hann fekk sínar fyrstu dystir í Betrideildini seint í 2019 fyri HB, har hann spældi øll tannáringaárini - fyriuttan eitt skifti í Brøndby. 

Tað var tó í B36, at fótbólturin byrjaði hjá nú 20-ára gamla hoyvíkinginum

- Tað er eitt sindur sum at koma heim. Eg havi vant tvær ferðir við nýggju liðfeløgunum, og eg havi alt fyri eitt kent meg sum heima, so eg gleði meg, til eg aftur kann tørna út fyri felagið, sigur Símun Sólheim við b36.fo

Í EB/Streymi er tekniskt dugnaligi leikarin vorðin meira álopskendur, enn hann var sum ungdómsleikari, tá hann fyri tað mesta var ein spælskipari á sentrala miðvøllinum. Í 2020 og 2021, har Símun hevur spælt nógv á vonginum, hevur hann skorað átta ferðir í Betrideildini. 

Símun Sólheim er í løtuni við U21-landsliðnum, sum fyrireikar seg til undankappingardyst í Serbia fríggjadagin. Umframt 55 dystir í Betrideildini og fimm steypadystir, hevur Símun spælt fimm U21-landsdystir. Hann hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum.

B36 endaði nummar fimm í Betrideildini. Liðið hjá Dan Brimsvík skal vinna steypakappingina fyri at fáa evropeiskt pláss til komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder