Fótbóltur

Skal halda fram har hann slepti

Toppskjúttin í Premier League skal í eldin á føðistaði sínum í kvøld - Haaland og City hava av álvara tørv á stigum í Leeds.

Erling Haaland hevur longu skorað 18 Premier League-mál (Mynd: EPA)

Erling Haaland hevur longu skorað 18 Premier League-mál (Mynd: EPA)

2022-12-28 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Faðirin hevði skrivað undir við Manchester City stutt framanundan, men Erling Braut Haaland varð føddur í Leeds síðst í juli ár 2000. Alf Inge Haaland spældi við Leeds United í fýra kappingarár, áðrenn Manchester City keypti ljóshærda norska miðvallaran, ið hevði nøkur góð ár í Premier League, men sum er mest kendur fyri síni stríð við Roy Keane, ið endaðu við einari vemmiligari takkling í Manchester-grannauppgerð í 2001.

Haaland spældi ikki so nógv eftir hetta á hægsta stigi, og tað var í Leeds, at hann stóð seg best. Har føddist drongurin, sum nú er ein málsmaskina - fyri Noregi og ikki Ongland, ið møguleiki annars var fyri, og fyri Manchester City. Eftir 13 Premier League-dystir hevur Erling Braut Haaland longu skorað 18 ferðir fyri Manchester City og er ávegis einum Premier League-toppskjúttaheiti. 

Manchester City er tó átta stig frá 1. plássinum í Premier League. Liðið hjá Guardiola stríðist fyri at endurvinna meistaraheitið, men tað var ein stórur smeitur, at Brentford vann 2-1 á Etihad beint fyri HM-steðgin. Arsenal er eisini ógvuliga støðugt, og liðið hjá Mikel Arteta - lærlinginum hjá Pep Guardiola - hevur 40 stig út av 45 møguligum. 

Leeds vann í fjør annan dystin móti City, men liggur nummar 15 í løtuni, er í botnstríðnum og eigur ikki at geva teimum ljósabláu alt ov stórar trupulleikar í kvøld.

Premier League 17. umfar

Í dag, mikudagin 28.12
20.00: Leeds United - Manchester City

Í gjár, týsdagin 27.12
Chelsea - Bournemouth 2-0 (2-0)
Manchester United - Nottingham Forrest 3-0 (2-0)



2. jóladag, 26. desember

Arsenal - West Ham 3-1 (0-1)
Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-1)
Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)
Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)

Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder