Fótbóltur

Skála heilsar Sorini vælkomnum

Korona máaði í ávísan mun støðið undan fyrireikingararbeiðinum, sum varð gjørt í vár og vetur, sigur Skála í tíðindaskrivi.

Sorin Anghel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sorin Anghel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-01 22:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld bleiv tað kunngjørt fyri spælarunum, at Sorin Anghel er settur sum nýggjur høvuðsvenjari á Skála.

Fyrr í vikuni blivu leiðslan í felagnum og Bill Mcleod Jacobsen samd um at enda samstarvið, eftir at Bill hevur verið høvuðsvenjari á Skála síðan í fjør vetur. Tað er í fullari semju millum partarnar, at man hevur gjørt av at enda samstarvið. Bill hevur verið við til at lyft hópin aftur, eftir munandi frágongd av leikarum eftir kappingarárið í fjør, og tá tað eisini var lítið rúm í fíggjarætlanini til at heinta nýggjar spælarar inn, var øllum greitt at mótbrekkan var tung tá kappingarárið byrjaði.

Tað var tó við einum ávísum árræði og optimismu, at sæð var fram til byrjanina av kappingarárinum. Venjingardystirnir í vetur vístu, at liðið var rímuliga væl við í teimum dystum sum vóru spældir. Men so kom korona uppí, og tað máaði í ávísan mun støðið undan tí fyrireikingararbeiðið, ið var gjørt í vetur og vár. Tá so kappingarárið enduliga fór í gongd, var tað við nakað stuttum skoðbráið, og við eini tættari dystarskrá. Og fyri ein smalan hóp sum tann hjá Skála, er skjótt at skaðar kunnu gera eyka nógv fortreð í mun til lið, sum hava breiðari hóp. Hetta er eisini gingið sjón fyri søgn.

Vit í Skála ÍF vilja takka Bill fyri hansara íkast, og viðurkenna hansara innsats, hóast truplu umstøðurnar bæði so og so.

Nú byrjar so ein nýggjur kapittul, við nýggjum venjara. Sorin Anghel hevur í kvøld verið og heilsa uppá leikararnar, og byrjar av álvara í komandi viku í venjaraleiklutinum. Flestu av skaddu leikarunum eru komnir fyri seg aftur, og menn eru klárir til at taka kampin upp aftur.

Sorin er 41 ára gamal og búsitandi í Havn. Hann hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari, og vit síggja fram til samstarvið restina av hesum kappingarárinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder