Nógv fólk var komið saman í kuldanum og regninum Undir Mýruhjalla, og tað gjørdist talan um eitt serligt kvøld á Skála. Liðini sum hittust høvdu tað til felags, at tey ongan dyst høvdu vunnið í Betrideildini í ár. Hetta var broytt, beint áðrenn klokkan 20 í kvøld
Myndir: Skála - AB
Tað var annars AB, ið byrjaði væl betri. Tó fekk útiliðið einki burturúr yvirvágina. Ístaðin kom Skála betri við og legði seg á odda í 25. minutti. Tað var í roynd og veru ein Skála-leikari, ið beindi bóltin útav baklinjuni, men Rúni Gaardbo dømdi horna. Tað sendi Niels Pauli Danielsen væl inn fyri til aftaru stong, har miðverjin Kristian Martin Jakobsen var ódekkaður og skoraði. 23-ára gamli strandingurin hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár
Løtuna eftir málið var Skála greitt omaná og burdi havt skorað til 2-0. Pætur Dam Jacobsen stútaði í síðunetið eftir enn eitt gott horna frá Niels Paula úr høgru, Andreas Egeberg skeyt framvið, tá hann hevði runnið seg frían, og Silas Eyðsteinsson bjargaði væl skotroynd frá vælupplagda Ronni Møller-Iversen. Næsta málið kom fimm minuttir inn í 2. hálvleik. Eitt innlegg úr vinstru endaði hinumegin málið, Heðin Klakstein legði innfyri, og har gjørdi royndi Mikkjal Hentze, sum í dag var í AB-miðverjuni, sjálvmál.
AB varð eisini rakt av skaðum. Jobin Drangastein, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, noyddist út longu í 1. hálvleiki, maðurin sum kom inn fyri hann, Bjarni Skála, varð útskiftur við skaða næstan beinanvegin í 2. hálvleiki, og løtu seinni lá Dánjal Reginsson. Liðið hjá Sìmun Samuelsen royndi at reisa seg, men dysturin gjørdist ongantíð heilt spennandi, hóast AB hótti, og Skála-liðið ikki tyktist trygt. Tað var ógvuliga rótut í stórum løtum í 2. hálvleiki, har AB tvær ferðir vildi hava brotsspark, og har Bárður á Reynatrøð tvær ferðir innan 15 sekund stórbjargaði.
Hetta var fyrstu ferð í ár, at Skála helt málið reint, og fyrstu ferð at liðið vann, og hetta merktist við leikvøllin í kvøld. Nú eru Sorin Anghel og hansara menn bert eitt stig aftanfyri AB og skulu komandi umførini royna at bjarga sær lívinum í Betrideildini.
4. umfar í Betrideildini
Í dag - Sunnudagin 18/10
Skála - AB 2-0 (1-0)
25' Kristian Martin Jakobsen 1-0
51' Sjálvmál 2-0
HB - Víkingur 4-0 (3-0)
3' Hørður Askham 1-0
11' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
22' Mikkel Dahl 3-0
60' Hilmar Leon Jakobsen 4-0
ÍF - NSÍ 2-3 (1-0)
37' Andy Olsen (br.) 1-0
57' Petur Knudsen 1-1
61' Mórits Heini Mortensen 1-2
71' Petur Knudsen 1-3
80' Andy Olsen (br.) 2-3
Í gjár - Leygardagin 17/10
B36 - TB 2-0 (1-0)
14' Sebastian Pingel 1-0
68' Árni Frederiksberg 2-0
KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
18' Jóannes Kalsø Danielsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
86' Arnbjørn Hansen 2-1
Støðan í Betri deildini
1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (51 stig) 21 dystir
4. B36 (49 stig) 22 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 23 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald