Vælrikin feløg og dugnaligar eldsálir eru grundarsteinurin í føroyskum fótbólti, og við hesum í huga bjóðar Fótbóltssambandið regluliga út skeið í fyrisiting og leiðslu. Tilboðið er ein liður í at styrkja feløgini fyrisitingarliga, og móttøkan fyri hesum er góð.
Mikukvøldið varð punktum sett fyri skeiði í fótbóltsfyrisiting. FC Hoyvík, B68, KÍ, B36 og EB/Streymur vóru umboðaði á skeiðinum við tilsamans 23 luttakarum. Frálæran hevur eitt nú snúð seg um tær reglugerðir og skipanir, sum føroyskur fótbóltur er skipaður eftir, umframt at luttakararnir hava fingið innlit í viðurskiftini rundanum altjóða dystir, match-fixing og tryggingarviðurskifti.
Umframt skeiðið í fótbóltsfyrisiting, bjóðar FSF eisini út skeiðini “Nýggjur í nevnd” og “Fótbóltsleiðsla”. Til ber at lesa meira um hesi og onnur skeið her. Harumframt ber eisini til kunna seg nærri um nakað av tí, sum undirvíst verður í, við at lesa Leiðsluhondbókina.
Fleiri myndir á fsf.fo
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald