Fótbóltur

Skiftir úr HB til 07 Vestur

Í vikuni skrivaði Dánial Pauli Lervig undir sáttmála við 07 Vestur – Sum skilst eru eisini fleiri aðrir leikarar á veg til felagið.

(Mynd: 07 Vestur)

(Mynd: 07 Vestur)

2021-01-30 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dánial Pauli Lervig hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur, og hann flytir sostatt vestur úr HB, har hann hevur leikt seinastu trý árini.

29 ára gamli verjuleikarin hevur annars spælt í Víkingi øll árini fram til í 2016, tá hann fór til havnar at leika. Fyri Víking og HB hevur hann spælt næstan 200 dystir í Betri deildini, 1. deild og evropeiskum kappingum.

Seinastu tíðina hevur Dánial Pauli vant við 07 Vestur, eftir hann er fluttur til Miðvágs, og hevur hann eisini spælt venjingardystir, har hann hevur roynt seg á høgra og vinstra bakki.

Sum skilst eru eisini fleiri aðrir leikarar á veg til 07 Vestur, og nærri verður at frætta um hetta, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

07 Vestur leiktu í dag venjingardyst í Sørvági í venjarafelagskappingini ímóti B68, sum, eins og 07 Vestur, vunnu sær upp í Betri deildina í fjør. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder