Annað

Skipa fyri FM í klintring um vikuskiftið

Innleiðandi umfarið verður í Bacalao í kvøld, og finalan verður í morgin.

2025-05-09 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og í morgin, 9. og 10. mai, skipar Klintrisamband Føroya fyri árligu føroyameistarakappingini í buldring. Kappingin verður í klintrihøllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao.

Buldring (bouldering á enskum) er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani klintrihøllin í Bacalao lat upp í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil hevur man ikki brúk fyri trygdarreipi. Tann lættast atkomiliga greinin av klintriítróttini, og av tí sama eisini tann best umtókta.

Fríggjakvøldið 9. mai verður eitt innleiðandi umfar, sum ger av, hvørjir seks klintrarar sleppa í FM finaluna. Teir seks klintrararnir, sum klára seg best í undanumfarinum, koma víðari til FM finaluna leygardagin 10. mai klokkan 16, har føroyameistarin í buldring skal finnast. Áskoðarar eru vælkomnir til bæði umførini, skriva Klintrisamband Føroya og Havnar Klintrifelag í tíðindaskrivi.

Innleiðandi umfarið verður í kvøld frá klokkan 19 til 21, og tilmelding fer fram í Klintrihøllini frá klokkan 18 til 19 í kvøld. Meira kunning um kappingina fæst við at venda sær til Klintrisamband Føroya ella Havnar Klintrifelag á sosialu miðlunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder