Fótbóltur

Skjótast at skora tjúgu mál í Premier League

Erling Haaland skoraði tvær ferðir í Leeds í gjár, tá Manchester City vann 3-1. Harvið hevur norðmaðurin væl og virðiliga sett enn eitt málmet og er á veg at røkka nýggjum hæddum.

Erling Haaland hevur skorað fleiri mál enn nærum helmingurin av liðunum í Premier League hava higartil (Mynd: EPA)

Erling Haaland hevur skorað fleiri mál enn nærum helmingurin av liðunum í Premier League hava higartil (Mynd: EPA)

2022-12-29 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt hevur hann nú 26 mál í tjúgu dystum fyri Manchester City, og Erling Haaland hevur longu skorað tjúgu mál í Premier League.

Í sínum Premier League-dysti nummar fjúrtan, í býnum har hann er føddur, sló stóri og vandamikli norðmaðurin aftur til. Tað var annars Rodri, ið legði Manchester City á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá spaniólin var fyrstur á einum returbólti eftir eitt vælspælt álop.

Í seinna hálvleiki var Haaland tvær ferðir á blettinum. Eftir dystin segðiáleyparin við Sky Sports, at hann var sera svangur eftir at koma í gongd aftur eftir HM-steðginum, og at tað gjørdi hann meira uppsettan at vera noyddur at sita og hyggja eftir HM-endaspælinum heldur at spæla í tí.

Leeds fekk minkað um munin til 3-1, men City fekk trý stig og er nú aftur á 2. plássi og fimm stig frá oddaliðnum Arsenal. Næsta umfar í Premier League fer longu í gongd í annaðkvøld - bæði City og Arsenal spæla 31. desember,

Sí dystaryvirlit her
Sì stigatalvuna her 

22-ára gamli Erling Braut Haaland er greitt tann spælarin í Premier League-søguni, sum skjótast er komin uppá 20 mál Her er listin hjá Opta: 

Erling Haaland: 14 dystir
Kevin Phillips: 21 dystir
Andrew (Andy) Cole: 23 dystir
Ruud van Nistelrooy: 26 dystir
Diego Costa: 26 dystir
Tony Yeboah: 26 dystir
Fernando Torres: 27 dystir
Alan Shearer: 29 dystir
Sergio Agüero:30 dystir 

Haaland tók harvið metið hjá 23-ára gamla metið hjá Kevin Phillips, sum skoraði 30 ferðir fyri uppflytaran Sunderland í 1999/2000 kappingarárinum. Við talinum, ið hann hevur nú, hevði Haaland verið toppskjútti í fleiri kappingarárum í Premier League.

Norðmaðurin hevur nú skorað fleiri Premier League-mál enn níggju onnur LIÐ - millum annað eitt fleiri enn Chelsea - og í løtuni á veg móti fleiri enn 40 málum í hesum kappingarárinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder