Hondbóltur

19 Faxe Kondi finalur á skránni

Stóra steypafinaluvikuskifti á Hálsi byrjar við tveimum ungdómsfinalum fríggjakvøldið og endar ikki fyrrenn sunnukvøldið. Kvinnurnar og menninir spæla leygardagin.

Kyndilskvinnur noyddust at lúta fyri H71 í steypafinaluni í fjør. Leygardagin klokkan 16.30 bresta tær í grønum saman við grannunum Neistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndilskvinnur noyddust at lúta fyri H71 í steypafinaluni í fjør. Leygardagin klokkan 16.30 bresta tær í grønum saman við grannunum Neistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-14 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar spældar í Høllini á Hálsi. Lagt verður fyri fríggjakvøldið, tá gentur 16 og dreingir 16 spæla.

Samanlagt eru 19 finalur á skránni, og endað verður við teimum elstu ungdómsliðunum sunnukvøldið. Undan tí eiga Eydnudeildin og ein rúgva av øðrum liðum serliga gólvið.

Finnlan hjá kvinnum - millum grannarnar úr høvuðsstaðnum - byrjar klokkan 16.30 leygardagin 17. februar, og klokkan 19 ta kvøldið bresta menninir hjá VÍF og Neistanum saman.

Kringvarpið sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Hondbóltssambandið boðar eisini frá, at allar ungdómsfinalurnar verða stroymdar á YouTube hjá HSF - Handball Faroe Islands

Atgongumerki til vaksnamannafinalurnar og til ymisku dagarnar kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leikskráin:
Fríggjadagin 16. februar:
kl. 18.30 G16: VÍF – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 a – Kyndil

Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

Kelda: hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder