Premier League kunngjørdi hósmorgunin skránna til kappingarárið 2020-2021.
Meistararnir úr Liverpool taka í fyrsta umfarið ímóti Leeds United á Anfield leygardagin 12. september. Leeds endaði ovast í The Championship farna kappingarár, og er í Premier League fyri fyrstu ferð síðan kappingarárið 2003-04.
Manchester United og Manchester City hava fingið teirra dyst í fyrsta umfarið útsettan, orsaka av teirra luttøku í evropeisku kappingunum. Enn er ikki dato sett á dystirnar hjá teimum í fyrsta umfarið. City skal eftir ætlan taka ímóti Aston Villa í fyrsta umfarið, meðan United vitjar Burnley.
Ístaðin spæla Manchester City og Manchester United teirra fyrsta dyst komandi kappingarár annað umfar, har United tekur ímóti Crystal Palace, meðan City vitjar Wolves.
Longu í øðrum umfarið er stórdystur á Stamford Bridge, har Chelsea tekur ímóti Liverpool.
Tey flestu eru nokk samd um, at størsti dysturin í enskum fótbólti, er dysturin millum tey bæði mest vinnandi liðini, Liverpool og Manchester United. Hesi hittast á Anfield leygardagin16. januar 2021, meðan dysturin á Old Trafford verður leygardagin 1. mai.
Fyrsta umfar í Premier League verður 12. september. Kappingin stendur til at enda 23. mai.
Øll skráin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald